Skip to main content
Hinvegin - KVÖKING

Hinvegin - KVÖKING

By Hinvegin

Jón og Arni um áhugaverd evni, stundum eru gestir á vitjan, stundum bara teir báðir.
Available on
Apple Podcasts Logo
Spotify Logo
Currently playing episode

KVÖKING partur 10

Hinvegin - KVÖKINGJun 28, 2023

00:00
01:06:13
Hinvegin - Tyril og Jóansdóttir - gestur: Bárður Larsen

Hinvegin - Tyril og Jóansdóttir - gestur: Bárður Larsen

Jón Tyril og Birita L. Jóansdóttir práta við Bárð Larsen, løgfrøðing og adjunkt á Fróðskaparsetrinum um Heimsheilsustovnin WHO, nýggju viðtøkubroytingarnar og nýggja farsóttarsáttmálan, sum Árni Skaale hevur sett Margit Stórá skrivligan fyrispurning um.

Tey koma í prátinum inn á mangt viðv. fólkaræði, nærdemokratii mótvegis stórum altjóðafelagskapum, fólkaræðisligari traditión og virðum og perspektivera tað í eitt føroyskt høpi.

Prátið var upprunaliga sent beinleiðis hin 2. apríl 2024

Apr 20, 202401:17:53
KVÖKING nr 18 - um javnstøðu, kvinnurættindi, 8. mars o.a.

KVÖKING nr 18 - um javnstøðu, kvinnurættindi, 8. mars o.a.

Tveir miðaldrandi hvítir hinskyndir giftir menn tosa um javnstøðu.Eru vit komin á mál? Hvussu tá? Ella hvat skal til fyri at vit koma á mál?Tað spyrja vit tykkum, og okkum sjálvar, kæru lurtarar og hyggjarar.

Mar 07, 202401:55:14
KVÖKING nr 17 - við Sigert Paturson

KVÖKING nr 17 - við Sigert Paturson

Gestur hesaferð er Sigert Paturson, formaður í Bóndafelagnum.

Vit tosa um bónding, vinnumøguleikar, ferðavinnu og nýggju umstríddu lógina um burðardygga ferðavinnu.

Feb 14, 202401:36:34
KVÖKING nr 16

KVÖKING nr 16

Jón og Arni práta um Ron Paul, libertarianismu, frælsi, tvingsil, forboð, Adam Smith, John Locke og mangt annað.

Við "live audience".

Feb 08, 202401:28:58
KVÖKING nr 15

KVÖKING nr 15

Summi hava eftirlýst meira ósemju í poddvarpinum. Well, Jón Tyril og Arni Zachariassen vassa aftur út á djúpt vatn, har ilt er at grynna, men hesaferð eru teir ikki eins samdir, hvønn veg, svimjast skal, sum teir onkuntíð hava verið. Er tað t.d. í lagi at samfeløg nýta harðskap? Hvar koma mannarættindi frá? Er okkara sivilisatión treytaleyst góð? Hvørjum skyldar tú trúskap, kongi ella næstanum? Hvat er ein tjóð? Fremur Ísraelska stjórnin fólkadráp í Gaza, og mangt annað kemur upp at venda í hesum partinum av KVÖKING. Lat okkum endiliga frætta í viðmerkingunum, hvat tit halda um hesi tingini, vit práta um, ella um poddvarpið hjá okkum sum heild. Vit taka fegnir móti afturmeldingum, hugskotum, rísi og rósi. Til vit aftur sita á kjørbreyt og hvøtja.

Jan 17, 202401:14:08
KVÖKING NR 14 - við Høgna Mohr

KVÖKING NR 14 - við Høgna Mohr

Ársins fyrsta kvöking saman við rithøvundanum og menniskjanum Høgna Mohr. Vit práta serliga um hvussu koronatíðin upplivdist, hvønn leiklut myndugleikar, fjølmiðlar og vanlig fólk høvdu, um pedel-syndromið, pringles-metoduna, um at nýta búkkensluna, til tess at skyna millum rætt og rangt, og mangt annað.

Jan 03, 202401:12:40
KVÖKING 13

KVÖKING 13

Jon og Arni práta um fallandi burðartíttleikan og mangt annað í tí sambandinum

Dec 06, 202301:14:00
KVÖKING nr 12 - um Kringvarpið og Ísrael/Gaza

KVÖKING nr 12 - um Kringvarpið og Ísrael/Gaza

Arni og Jón royna sum frægast at skava varisliga í lakkinum og at jokka sum minst í spinatið, tá ið teir práta um tvey mikið umstrídd evni seinastu tíðina, Kringvarp Føroya og Ísrael-Gaza stríðið. Hvussu tað gekst, kanst tú hoyra her í 12. parti av KVÖKING

Nov 22, 202301:07:08
KVÖKING 11 - gestur: Rúni Nielsen

KVÖKING 11 - gestur: Rúni Nielsen

Í 11. parti av KVÖKING práta Arni Z. og Jón T. við Rúna Nielsen, íverkseta, whiskeykennara, mann og pápa, sum eisini er stovnari og kjakansari á facebookbólkinum, Pápar í Føroyum. Í Tráð við hetta verður prátað um júst hetta, at vera pápi og maður, og alt møguligt annað, sum onkursvegna stingur seg upp í samrøðuni.

Oct 18, 202301:42:41
KVÖKING partur 10

KVÖKING partur 10

Jón og Arni skifta m.a. orð um umsøknir um fjølmiðlastuðul, ið ikki vóru gingnar á møti, njadding, men mest um virkna deyðshjálp, transhumanismu og annað tengt at hesum

Jun 28, 202301:06:13
KVÖKING partur 9

KVÖKING partur 9

Arni og Jón práta um versnandi sálarheilsu, tilknýti, familju- og vinabond millum ungfólk. Teir taka støði í frágreiðingini "The Mental State of the World in 2022" hjá "The Mental Health Million Project".

Frágreiðingin kann lesast her: 

https://mentalstateoftheworld.report

Umrødda spurnarkanningin kann takast her:

https://sapienlabs.org/mhq/


Jun 14, 202301:20:22
KVÖKING partur 8
Jun 05, 202301:14:35
KVÖKING - partur nr 7

KVÖKING - partur nr 7

Sensureraðir sjónleikir og brotin ælabogafløgg! Hendir hetta tí haturstala florerar í Føroyum? Og hvat er haturstala í grundini, og hvussu virkar hon. Og ikki minst, hvønn týdning hevur tað, at vit hava víðfevnt ella enntá víðgongt talufrælsið? M.a. tað práta Jón og Arni um í sjeynda parti av poddvarpinum KVÖKING

May 23, 202301:21:34
KVÖKING partur 6

KVÖKING partur 6

Arni og Jón taka støði í kjakinum, sum hevur verið seinastu dagarnar um sjónleikin, En kænguru, som dig, og umrøða spurningar, sum:

Skal skúlin leggja ávís lívsvirði niður í børnini, ella skal hann halda seg til lesing, rokning, ítrótt og vanligan fólkaskikk? Er tað í lagið, at onnur enn lærarin - t.d. mentanarstovnar, samkomur, felagskapir ella fyritøkur, sleppa framat børnunum í skúlatíðini, at boða teimum sín boðskap, meðan foreldrini ikki eru til staðar? Hvør skal leggja grundleggjandi sannføringar, trúgv og samleika, niður børnini ?

May 03, 202301:02:24
KVÖKING partur 5 - gestur: Björk Sadembou Tyril

KVÖKING partur 5 - gestur: Björk Sadembou Tyril

Arni, Jón og Björk taka tráðin frá seinasta parti uppaftur, og kava longur niður í kjakið kring fosturtøku. Hvørji eru bestu argumentini fyri fosturtøku? Hvat er tað, sum veruliga skilir partarnar í kjakinum? Eru vit ikki meira enn "ein posi av kyknum", ella hava vit íborið virði, og hava øll menniskju somu grundleggjandi rættindi, bara við at vera menniskju? Og forrestin, nær byrjar mannalívið og er meiningin við lívinum, at realisera seg sjálvan, og hvat er so tað? Hesir og mangir aðrir spurningar verða umrøddir í samrøðuni, tá ið Jón, Arni og Björk enn einaferð setast á kjørbreyt at kvökja.

Apr 19, 202301:05:58
KVÖKING nr 4 - Gestur: Björk Tyril Sadembou

KVÖKING nr 4 - Gestur: Björk Tyril Sadembou

Gestur hesaferð er Björk Tyril Sadembou, lívfrøðingur, evnafrøðingur, mamma og samskipari hjá Føroya Pro Vita. Jón Tyril, Arni Zachariassen og Björk Tyril Sadembou skifta orð um áhugaverdar spurningar í sambandi við lív, mannavirði og -rættindi og ikki minst eitt heitt kjakevni í Føroyum fyri tíðina, fosturtøku.

Apr 05, 202301:03:45
KVÖKING nr 2 - Gestur: Birita Lamhauge Jóansdóttir

KVÖKING nr 2 - Gestur: Birita Lamhauge Jóansdóttir

Jón og Arni tosa við Biritu Lamhauge Jóansdóttir. Birita er útbúgvin sálarfrøðingur og sexologur. Tey práta um koronutíðina, sálarliga trýstið at hava “røttu” meiningina, hópfylking, tað at vera menniskja og at missa ella varveita sín menniskjaleika, týdningin av at kjakast opið, um tá ið fólk gerast órein móti øðrum, um týdningin av veruligum fysiskum menniskjaligum sambandi, um meiningina við lívinum og mangt annað.

Mar 23, 202350:11
KVÖKING nr 3 - gestur: Ben Arabo

KVÖKING nr 3 - gestur: Ben Arabo

Tosað verður um orku sum lívsgrundarlag, grøna orkuskiftið, fossil brennievni, dómadagsprofeti, fólkavøkstur, veðurlagsverkføll og mangt annað tá ið Ben Arabo er gestur í triðja parti av KVÖKING.

Vertir eru Jón Tyril og Arni Zachariassen.

© Hinvegin, mars 2023


--

Nakrar notur

Í samrøðuni verður víst til fyrilestur við Steven E. Koonin, hann kann síggjast her:

https://www.youtube.com/watch?v=6Tz1MiX1p5I


Eisini verður víst til bókina 'Apocalypse Never' eftir Michael Schellenberger. Ein samrøða við hann um bókina, kann hoyrast her: https://www.youtube.com/watch?v=Pbri2Lyxo0k


Sipað verður eisini til at Jordan Peterson vil gera upp heimsmyndina hjá World Economic Forum, sum sambært honum er sera døkk og apokalyptisk. Tað brotið kann hoyrast her: https://www.youtube.com/watch?v=L_cjujecPsE


Eisini verður frágreiðingin hjá veðurlagsnevnini undir ST, sokallaða IPCC rapportin nevnd. Hon kann lesast her: https://www.ipcc.ch/report/ar6/wg2/downloads/report/IPCC_AR6_WGII_TechnicalSummary.pdf?fbclid=IwAR3qYONOleUq_Mc-4drqzpaucACV7y0Geoe3_YuVTDG4AY4Vkzy_Yf8HZtw


Hans Rosling og hansara framløgur verða nevndar. Hansara TED fyrilestrar kunnu hoyrast her: https://www.ted.com/speakers/hans_rosling


Greinin á Hinvegin um Scholz og vindmyllulundirnar er her:

Bloomberg: Týskland skal nýta meira enn 7.000 milliardir til at tryggja orkuveitingina

https://www.hinvegin.fo/bloomberg-tyskland-skal-nyta-meira-enn-7000-milliardir-til-at-tryggja-orkuveitingina


Greinin um Musk og fossila orku á Hinvegin kann síggjast her:

Elon Musk: Sivilisatiónin dettur sundur uttan olju og gass

https://www.hinvegin.fo/elon-musk-sivilisationin-dettur-sundur-uttan-olju-og-gass

Mar 22, 202301:05:30
1. Partur við Bárði Larsen

1. Partur við Bárði Larsen

Fyrsti partur av nýggja poddvarpinum hjá Hinvegin við Arni Zachariassen og Jón Tyril sum vertum og hesuferð við Bárður Larsen sum gesti.

Feb 24, 202350:33